Um fyritøkuna

Advokatfyritøkan er skipað sum einstaklingavirki við v-tali 635553.

Advokatfyritøkan hevur teknað ábyrgdartrygging og garantiskipan hjá HDI Danmark. Tryggingin dekkar alt virksemi hjá advokatfyritøkuni.

Advokatfyritøkan er undir eftirliti av danska Advokatsamfundet og er fevnd av reglunum um góðan advokatsið, smb. § 126 í rættargangslógini. Harumframt er advokatfyritøkan fevnd av advokatetisku reglunum. Tær reglur, ið eru galdandi fyri advokatvirksemi, kunnu finnast á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet www.advokatsamfundet.dk.

Í fall ein kundi er ónøgdur við samsýningina ella tænastuna hjá einum advokati, er møguligt at kæra til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, www.advokatnaevnet.dk.