Hús á Toftum til sølu

Við hesum verður sethúsaognin matr.nr. 635, Toftir lýst til sølu.

Talan er um eini sethús frá 1950-unum, sum liggja væl fyri við góðum útsýni og tætt við allar hentleikar.

Húsini eru uml. 161 m2 í trimum hæddum og grundøkið er 404 m2.

Húsini eru innrættað soleiðis: Í niðastu hædd er óinnrættaður kjallari/fýrrúm. Í miðhæddini er inngongd, trappugongd, køkur/stova/alrúm og wc/baðirúm. Í ovastu hædd eru 5 rúm/kømur.

Prísuppskot kr. 1.200.000,-.

Húsaskoðan fyriliggur.

Serligt boðskjal verður at fylla út í sambandi við boðgevan.

Áhugað kunnu venda sær til Ken Nónklett, adv. á tlf. 518080 ella ken@advo.fo

Húsini verða víst fram 27. apríl 2024. Neyðugt er við tilmelding.

Vegna trotabúgv verða fylgjandi amboð lýst til sølu:

 

  • Sveisingartól, vegleiðandi virði kr. 15.000,-

 

  • Dreyibonkur, vegleiðandi virði kr. 2.000,-

 

  • Bandsæð, vegleiðandi virði kr. 3.000,-

 

  • 2 x bukkar, vegleiðandi virði kr. 500,-

 

  • Ymisk hándamboð (kúbein, tengur, fugupistól v.m.), vegleiðandi virði kr. 300,-

 

  • 4 x felgur við dekkum (brúkt), vegleiðandi virði kr. 4.000,-

 

Bústjórin tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum innkomin boð, herundir at vraka øll.

Áhugað kunnu venda sær til Ken Nónklett, adv., tlf. 518080, ken@advo.fo