Dátuverndarpolitikkur
Í hesum dátuverndarpolitikkinum ber til at lesa, hvussu fyritøkan handfer upplýsingar um teg, tá tú gerst kundi hjá fyritøkuni.
Dátuábyrgd
Fyritøkan er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum. Tær løgfrøðiligu upplýsingarnar um fyritøkuna eru hesar:
Ken Nónklett, advokatur
Sundsvegur 15
100 Tórshavn
Tlf 518080
ken@advo.fo
V-tal: 635553
Endamál við viðgerðini og bólkar av persónupplýsingum
Tá fyritøkan veitir ráðgeving, móttekur fyritøkan ymisk skjøl og upplýsingar í talgildum formi frá klientum og teirra starvsfólkum. Upplýsingar og skjøl verða skrásett í talgildari journalskipan hjá fyritøkuni. Í ávísum føri eisini í fysiskari mappu. Undir viðgerð av einum máli kunnu leypandi koma fleiri upplýsingar, m.a. frá mótpørtum, myndugleikum, dómstólum v.m. Tað kunnu vera vanligar upplýsingar sum t.d. navn, kontaktupplýsingar, p-tal og viðkvæmar upplýsingar.
Fyritøkan viðgerð upplýsingar við tí endamáli at kunna veita eina løgfrøðiliga tænastu fyri klientin. Rættargrundarlagið fyri viðgerðini er at finna í § 8 stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini, tí viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við klientin ella sum klienturin er partur av, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá klientinum er neyðugt áðrenn ein møgulig avtala verður gjørd.
Treytað av teimum ítøkiligu umstøðunum í málinum ella teimum málum, har fyritøkan veitir tær eina tænastu, kann fyritøkan viðgerða viðkvæmar persónupplýsingar sambært § 12, stk. 1, nr. 7 og/ella persónupplýsingar um revisverd viðurskifti eftir § 8, stk. 3 og 4 í dátuverndarlógini.
Í málum fevnd av hvítvasklógini innheintar fyritøkan samleikaupplýsingar um teg fyri at kunna halda galdandi reglur. Rættargrundarlagið undir viðgerðini er hvítvasklógin í síni heild.
Heimasíða og cookies
Fyri at kunna nýta ávísar funkur á okkara heimasíðu, er neyðugt at tú letur ávísar persónsupplýsingar. M.a. er neyðugt at fyritøkan fær tínar kontaktupplýsingar fyri at kunna svara tínum fyrispurningi, um tú hevur nýtt kontaktformularin á heimasíðuni.
Fyritøkan nýtir cookies á heimasíðuni. Nærri kunning um hetta fæst við at fara inn á heimasíðuna advo.fo og síðani trýsta á tannhjólið niðast í vinstru síðu og harnæst trýsta á “les meira”.
Móttakarar
Í ávísum førum letur fyritøkan tínar persónupplýsingar víðari til samstarvsfelagar og veitarar, t.d. kt-veitarar. Hesir viðgera bert tínar persónupplýsingar vegna fyritøkuna og í samsvari við leiðbeining frá fyritøkuni.
Fyritøkan kann somuleiðis víðarilata tínar persónupplýsingar til uttanhýsis triðjapartar, um tað er álagt fyritøkuni, ella tað er ein partur av tænastuni til kundan. Tað kann t.d. vera til løgregluna, til TAKS, aðrar almennar myndugleikar, dómstólar, gerðarættir, aðrar advokatfyritøkur, mótpartar í málum umframt uttanhýsis samstarvsfelagar.
Í sambandi við, at fyritøkan skal taka ímóti peningi frá klientum á klientkonto, hevur fyritøkan í ávísum førum skyldu til at víðarilata samleikaupplýsingar um klientin til kontoførandi peningastovn, soleiðis at hesin kann yvirhalda tær skyldur, sum eru álagdar peningastovninum sbrt. hvítvasklógini.
Triðjalond
Fyritøkan flytur ikki tínar persónupplýsingar til triðjalond (tvs. lond uttanfyri ES/EØS), uttan so tað er neyðugt í tí ítøkiliga málinum. Tað kann t.d. vera, tí fyritøkan í sambandi við ráðgeving av tær sum kunda er noydd til at heinta inn uttanhýsis ráðgeving, sum t.d. uttanhýsis samstarvsadvokatar, fíggjarligar ráðgevar, aðrar ráðgevar, peningastovnar, tryggingarfeløg o.s.fr., fyri at veita tí ynsktu ráðgevingina. Tað kann í tí sambandi eisini gerast neyðugt at draga inní viðkomandi útlendskar myndugleikar v.m.
Ein tílík til høvið flytan av tínum persónupplýsingum vil fara fram í samsvari við § 62, stk. 1, nr. 2-5 í dátuverndarlógini. Við flutningi av persónupplýsingum í øðrum førum, syrgir fyritøkan fyri, at tað fyriliggur eitt flutningsgrundarlag, og at kundin verður ítøkiliga kunnaður um hetta.
Trygd
Fyritøkan hevur mannagongdir, sum tryggja at fyritøkan hevur neyðugu trygdina og soleiðis eisini livur upp til krøvini um íverksetan av passandi tekniskum og organisatoriskum trygdartiltøkum. Harvið ger fyritøkan sítt besta fyri at tryggja tínar persónupplýsingar, undir hesum bæði í mun til góðsku og fullkomileika.
Goymsla og strikan
Fyritøkan goymir tínar upplýsingar so longi tað er rættarliga viðkomandi fyri fyritøkuna. Ein ítøkilig meting verður gjørd við støði í galdandi reglum t.d. í bókhaldslógini, hvítvasklógini, lóg um fyrning o.s.fr.
Í málum fevnd av hvítvasklógini, verða samleikaupplýsingar eftir galdandi reglum goymdar í 5 ár aftaná at málið er endað.
Tíni rættindi
Sambært Dátuverndarlógini hevur tú rætt til:
· At fáa innlit í tær upplýsingar, ið fyritøkan hevur skrásett um teg
· At fáa rættað upplýsingar, ið eru rangar
· At fáa upplýsingar strikaðar
· At mótmæla, at upplýsingar verða viðgjørdar
· At krevja útflýggjan av upplýsingum í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði (rætturin til dataflutning).
Í sambandi við áheitanir viðvíkjandi tínum rættindum omanfyri kann fyritøkan biðja um viðkomandi samleikaprógv, soleiðis at fyritøkan kann eyðmerkja teg og svara tíni áheitan á nøktandi hátt.
Tú kanst lesa meira um tíni rættindi í vegleiðingum hjá Dataeftirlitinum, sum kunnu finnast á www.dat.fo
Vinarliga vend tær til fyritøkuna, um tú ert ósamd-/ur við mátan fyritøkan viðgerð tínar persónupplýsingar uppá.
Tú hevur eisini møguleika at senda eina klagu til:
Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
110 Tórshavn
dat@dat.fo
Tlf. 309100
Broytingar í dátuverndarpolitikkinum
Hesin dátuverndarpolitikkur er galdandi frá 1. januar 2021 og verður leypandi dagførdur sambært galdandi reglum og siðvenju á økinum.
Samband
Skal fyritøkan broyta ella strika persónligar upplýsingar, ið fyritøkan hevur skrásett um teg, ella um tú hevur spurningar til leiðreglurnar í dátuverndarpolitikkinum, skriva til ken@advo.fo